Útlendingar hjá KÍ farnir heim

Heimasíðan hjá KÍ skrivaði í gjár, at teir báðir amerikumenninir gevast eftir bert fáar mánaðir í bláu troyggjuni.

– Eftir at hava verið partar av KÍ-hópinum í nakrar mánaðar, ynsktu teir ikki at halda fram og fara báðir av landinum í næstum. Venjarin Tony Paris harmast um avgerð teirra, men takkar teimum samstundis fyri gott samstarv og ynskir teimum alla lukku framyvir, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

Heimasíðan hjá KÍ skrivar víðari, at nú fáa yngru leikararnir helst meiri spælitíð. Samstundis siga teir eisini, at KÍ fer hyggja seg um eftir nýggjum leikarum, um tað verður mett neyðugt