AB hevur í hesum døgum tveir mans til royndarvenjingar. Talan er um málverjan Andreas van Maarschalterweerd úr Danmark og framherjan Boguhe Leonce av Fílabeinsstrondini. Teir skulu venja við komandi tíðina, og síðan verður avgerð tikin, um felagið fer at gera sáttmála við teir, skrivar heimasíðan hjá AB.