Útlegging av eldraøkinum til kommunurnar – ein politisk kastibløka

Annfinn Brekkstein, Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin
-------
Tað virkar sum um, at ongi stórmál ella størri politiskar verkætlanir, sum landins politisku myndugleikar taka sær av eydnast ella verða gjøg­numførdar professionelt og eftir einari væl skipaðari og fullfíggjaðari ætlan. Van­­liga enda størri polit­isk­­ar verk­ætlanir í kaos og stór­um ósemjum – nak­að, sum er skaðiligt fyri sam­f­elags­bygn­aðin og effek­tivi­tetin í sam­felagnum.
Ein útlegging av heima­tæn­astuni og eldrarøktini til kommunurnar at umsita og hava ábyrgdina av, krevur dygdargóða fyrireiking og neyva planlegging. Tað er serliga týdningarmikið fyrst at definera og fáa yvirlit yvir allar verandi og nýggjar upp­gávur og tænastur hjá komm­unum framyvir, og síðan tryggja neyðuga fígging.
Lat meg gera greitt, at eg haldi, at hesar uppgávur inn­an eldraøkið verða best loyst­ar í kommununum (nær­­um­hvørvinum), og tí taki eg eis­ini undir við, at eldra­øk­ið verður lagt út til komm­un­ur­nar at umsita.
Tað eru eftir hondini greið tekin um, at henda verkætlan ikki er nóg væl fyrireikað - nú er tann beri politikkur komin í málið, umframt politiskar gitingar um fíggingartørv.
Tað er at undrast yvir og óskiljandi, at tað ikki er gjørt eitt neyvt yvirlit yvir fígg­ingar­tørvin, grundað á rokn­skapartøl, útrokningar o.a.
Eg fari tí at heita á Komm­unu­samskipan Føroya um at upplýsa fylgjandi:
1. Hvørjar verða upp­gáv­ur­nar og tænasturnar hjá komm­­unum at loysa í 2015 – býtt á høvuðsøki og undi­r­­øki
2. Hvørjar nýggjar uppgávur og tænastur skulu komm­unurnar loysa í 2015 – upp­gávur sum landið ikki loysir í løtuni – býtt á høvuðsøki og undirøki
3. Hvussu nógv hevur landið rindað í útreiðslum fyri tey somu øki og undirøki,  sum kommunurnar skulu yvirtaka – hetta, tá landið tók sær av uppgávunum og tænast­u­num í 2014
4. Hvussu nógv skulu komm­unurnar rinda í út­reiðsl­um fyri nýggjar upp­gávur og tænastur

Tað er politiskt og fakliga óseriøst at gera hetta álvars mál til eina kastibløku mill­um landspolitikarar og kommu­nalpolitikarar.
Báðir partar eiga at leggja kvalifiseraðar og væl grundaðar metingar á borðið um fíggingartørvin hjá komm­unum fyri tíðarskeið 2015-2020 viðvíkjandi heima­tænastu og eldrarøkt.