Ætlarnir um nýggjan vøll í Havn

Sambært heimasíðuni letur kommunan væl at hugskotinum.

- Tað hevði loyst trupulleikarnar hjá Undri FF og FF Giza, og tað hevði samstundis tikið trýstið av Gundadali, sigur Mikkjal Hvannastein, næstformaður í Undrinum, við undriff.com.

Feløgini vilja bøta um umstøðurnar, har tað er serliga trupult at fáa venjingartíðir á vøllunum í høvuðsstaðnum. Undri FF heldur til í Gundadali, og FF Giza hevur venjingar á Argjum.