FF-valið
Jan Højgaard, sum í bókstavarøð er næsta valevnið á listanum til formansvalið í FF í ár, segði, at tað er ymiskt, sum honum liggur á hjarta, nú hann hevur gjørt av at stilla upp.
- Pensjónin hjá fiskimonnum er eitt av málunum; hon er ikki nøktandi – fyri ikki at siga eingin, sum hann tók til. Tryggingin er eftir mínum tykki eisini sera vánalig.
Miljardir til góðar
Jan hevur áður sagt, at fiskimenn eiga miljardir til góðar í landskassanum fyri heimatrygging av sjófólki, og hetta endurtók hann á valfundinum á Vinnuháskúlanum.
- Hendan peningin skulu vit hava aftur, og hann skulu ikki minst tey gomlu fáa, sum hann tók til.
Valevnið greiddi eisini frá, at hann sum fiskimaður fekk ein skaða í 2001, men tá føldi hann tað, sum var hann viðfarin sum brotsmaður.
- Eg noyddist regluliga at "skriva undir", sum hann tók til, men í realitetinum var einki at heinta, tí alt varð mótroknað.
Fyri fiskimenn
Seinni gjørdi Jan av at fara aftur á skúlabonk.
- Eg fór í skúla, tí eg ætlaði mær at gera nakað fyri fiskimenninar, og hetta ætli eg mær at halda, um eg fái høvi til tað, legði hann aftrat.
Jan segði seg hava lítið álit á tryggingarfeløgum, hóast hesi reypa sær av yvirskoti, sum hann tók til.
- Vit eiga eisini at taka eina uppgerð við ALS við at fara út í Tinganes og leggja trýst á myndugleikarnar.
Hann helt, at FF eigur at reka ein meira viðgongdan politikk – uttan, at hesin gerst ov ógvusligur.
- Vit eru lívsæðrin í samfelagnum, og tí eiga vit ikki at lata alt um okkum ganga.
Negativur hugburður
Jan helt, at hugburðurin mótvegis fiskimanninum í alt ov stóran mun er negativur.
- Tú verður næstan álopin av fólki, tá ið tú sigur, at tú ert fiskimaður, tí vit fiskimenn skulu hava tað so gott.
Hann helt, at Búskaparráðið og onnur slík forum einki gott hava at bera fiskimonnum.
Valevnið fýltist í hesum sambandi á, at eitt nú Hermann Oskarsson, sum hevur verið formaður í Búskaparráðnum og er stjóri á Hagstovu Føroya, ongantíð hevur sagt eitt gott orð um fiskimenn.
- Hetta líkist púrasta ongum, legði hann dent á.
Keypa útvarpsrás
Jan Højgaard helt, at fiskimenn – fyri betur at verða hoyrdir - skulu fáa sær eina útvarpsrás, sum eitt nú kann senda ein tíma um vikuna – eina rás, sum FF rindar fyri.
At enda í sínum fyrsta innleggi, helt hann, at tað ikki kann vera ábyrgdin hjá fiskimonnum, um reiðarar keypa skipini ov dýr.
- Hetta eigur ikki at vera okkara ábyrgd, legði valevnið aftrat.









