– Lærarafelagið skal fyrst og fremst geva Mentamálaráðnum ringa samvitsku í fleiri málum.
Soleiðis sigur Herálvur Jacobsen, sum bjóðar seg fram at verða komandi formaður í Føroya Lærarafelag.
Herálvur Jacobsen ger greitt, at komandi formaðurin skal syrgja fyri, at áhugamálini hjá felagnum verða væl og virðiliga hoyrd.
Og tað er hann sinnaður at stríðast fyri.
– Lærarafelagið skal hoyrast, nú sparingar fara fram í fólkaskúlunum. Tað er sera umráðandi, at vit hava dugnaligan og skikkaðan ungdóm, sum fær neyðuga lærdómin. Vit vita, at sparingar fara fram, men innihaldið í frálæruni skal framvegis verða dagført, so næmingurin dugir tað, sum krevst. Tað skal Lærarafelagið millum annað syrgja fyri, sigur Herálvur Jacobsen.
Skulu hava greið boð
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, boðaði í sínari røðu á ólavsøku frá, at kommurnar skulu umsita fólkaskúlan um trý ár.
Men hesum tekur Herálvur Jacobsen ikki undir við, sum støðan er í løtuni.
Høvuðsendamálið skal altíð verða at menna fólkaskúlan.
– Um tað bara ræður um at flyta summar lønir, so dugi eg ikki at síggja, at tað loysir seg. Tað skal loysa seg fyri fólkaskúlan, og ikki bara umsitingarliga. Vit skulu hava trygt grundarlag fyri, at avgerðin er røtt, sigur Herálvur Jacobsen.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur boðað frá, at tað er neyðugt at útseta fleiri av ætlaðu tilboðunum á Føroya Læraraskúla, tí vikartímar eru ikki til lærarar, sum fara undir lestur.
Millum annað fer nýggi eftirútbúgvingarstovnurin á Frælsinum undir Føroya Lærarafelag og Fróðskaparsetrinum ikki at bjóða nakra stóra eftirútbúgving til lærarar komandi skúlaáar.
Fólkaskúlin hevur fingið fleiri frammaná seinasta árið, og tað eru slík viðurskifti, sum Herálvur Jacobsen fegin vil fáa í rættlag.
– Vit skulu skapa bestu karmarnar fyri skúlarnar. Lærarafelagið skal vita, hvussu sparingarnar ávirka arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum, slær Herálvur Jacobsen fast.
Hann leggur afturat, at fleiri ábøtur eru gjørdar, serliga í byrjunarundirvísingini, men spurningurin er, um sparingarnar ikki hava við sær, at Lærarafelagið missur alt á gólvið.
Stór avbjóðing
Herálvur Jacobsen varð valdur í nevndina í Føroya Lærarafelag fyri tveimum árum síðan. Hann er lærari í skúlanum í Sørvági.
Hann hevur stóran áhuga í skúlapolitikki, og tí bjóðar hann seg fram.
– Tað er ein stór og áhugaverd avbjóðing at stjórna Føroya Lærarafelag. Tú kann kanska siga, at eg vil hava størri ávirkan enn frammanundan. Men øll mál skulu loysast í felag, vísir Herálvur Jacobsen á.
Hvørjir møguleikar hevur tú at vinna valið?
Herálvur Jacobsen flennir, áðrenn hann svarar.
– Tað dugi eg ikki at siga. Páll Poulsen er ein verdugur avbjóðari, sum eg havi virðing fyri, sigur Herálvur Jacobsen.