Ein av bestu fótbóltsspælarunum í Evropa í sínari tíð, danski Michael Laudrup, hevur eftir yrkisleiðina sum spælari eisini havt nøkur góð ár sum venjari. Tað verður tó neyvan leingi afturat.
Tann nú 53 ára gamli Michael Laudrup, sum í løtuni er venjari hjá Al Rayyan í Katar, avdúkar í dag, at hann hevur ætlanir um at gevast sum venjari.
Í samrøðu við DR sigur hann, at starvið sum venjari hjá Al Rayyan verður hansara seinasta ella næstseinasta venjarastarv.
- Tað skal skiljast soleiðis, at eg innan eina rímiliga tíð vil hava ein øðrvísi gerandisdag og ein annan máta at liva uppá, sigur hann í samrøðuni við DR.
Michael Laudrup hevur sáttmála við Al Rayyan í eitt kappingarár afturat, og hann vil ikki útiloka, at hetta gerst hansara seinasta tíðarskeið sum venjari.
Fyri tveimum árum síðani stóð honum í boði at taka við sum danskur landsliðsvenjari eftir Morten Olsen, men hann valdi ikki at taka av hesum tilboðnum.
Áðrenn Michael Laudrup fór til Katar, har hann hevur staðið á odda fyri Lekhwiya og nú Al Rayyan, var hann venjari hjá Brøndby, Getafe, Spartak Moskva, Mallorca og Swansea.