- Ikki eiga vit nógv tilfeingi í Nólsoy, og tí er spurningurin, hvat vit skulu gera fyri at oyggin skal verða einastandandi í mun til hinar bygdirnar og plássini í Føroyum.
Tað sigur nólsoyingurin, Karlot Hergeirsson.
Stóri spurningurin er, hvussu Nólsoy kundi givið sítt íkast til høvuðsstaðarkommununa, ið kann draga ferðafólk til, bæði uttan úr heimi og her heima.
- Í Nólsoy er nógvur bøur, sum eftir míni meting ikki verður gagnnýttur nóg væl. Tey seinastu nógvu árini hevur meira enn helvtin av bønum staðið ósligin, og í fjør vil eg meta, at bert góð 30% var hoyggjað. Hví so er, eru kanska serliga tvær orsøkir. Onnur er, at tað er nógv uttanbíggja jørð, og hin er, at teir, sum eiga jørðina, keypa hoyggj, heldur enn at hoyggja sjálvir. Tí, sum knæbøndur siga, at tað er bíligari at keypa hoyggj, enn at brúka arbeiðsdagar at hoyggja, sigur Karlot Hergeirsson.
Hann sigur, at hettar er orsøkin til, at hann hevur spælt sær við tankanum at gagnnýta bøin betur.
- So er tað, at eg hugsi: hevði tað ikki verið eitt hugskot, at gjørt ein golfvøll, sigur Karlot Hergeirsson.
Nú tað er ætlanin at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, er eisini neyðugt, at vit hava ein golfvøll, og sum skilst er alt ikki leyst og liðugt við einum golfvølli á Glyvursnesi.
Skjótari og bíligari
Tað er einki at ivast í, at oyggin hevði fingið nógva umtalu, um kappingin í golf varð hildin í Nólsoy.
- Eg veit, at ætlanin er at byggja ein golfvøll á Glyvursnesi, men tað ljóðar ikki til at vera heilt bíligt. Har skal alt gerast frá grundini, og fer at taka langa tíð, og tí vildi eg hildið, at tað hevði verið bæði skótari og bíligari at gjørt golfvøllin í Nólsoy, sigur Karlot Hergeirsson.
Hann vísir á, at nógvur bøur er tøkur.
- Hartil kemur, at tey allarflestu holini kundu verið gjørd bert við at sláa og hampa bøin, og verður hugt eftir yvirlitinum hjá Búnaðarstovuni um prís á landsjørð sæst, at hon er væl bíligari í Nólsoy, sigur Karlot Hergeirsson.
Nólsoy kemur undir øki 5, og velt jørð er ásett til 34 krónur fermeturin. Á Glyvursnesi/Kirkjubø, sum liggur í øki 2, er prísurin 88 krónur fermeturin, og nakað er eisini velt á Glyvursnesi, og tá er prísurin 110 krónur fermeturin. Bara hetta merkir, at kommunan kann spara tveir triðingar.
Men er tað so pláss fyri einum golfvølli í Nólsoy?
- Ja, tað vil eg meta. Eg havi teknað eina skitsu, hvussu ein 18 hol golfvøllur kundi sæð út í Nólsoy. Við at hyggja at myndini sæst, hvussu ein golfvøllur í Nólsoy kundi gjørst ein tann vakrasti í heiminum, og til dømis endar eitt hol heilt norðuri á Boða. Við røttu marknaðarføringini kann golfvøllurin draga heilt nógv golfferðafólk til Føroya, sigur Karlot Hergeirsson.
Liggur í býráðnum
Golf er tann ítróttargreinin, ið veksur skjótast og hevur stóra útbreiðslu í øllum vesturlendska heiminum. Um golf í dag ikki bara er fyri tey ríki, so er tað eingin loyna, at nógvir golfspælarar eru væl bjargaðir pensjónistar, og tað ber væl til at ímynda sær, at ein stórsligin golfvøllur kundi fingið tey hendanvegin.
- Við golfvøllin kundi eisini verið gjørt eitt klubbhús, har ferðafólk millum annað kundu lænt golfútgerð. Tað kundi eisini hugsast, at tá stóru ferðamanaskipini komu á Havnina, lá ein bátur klárur at flyta golfáhugaðu ferðafólkini út til Nólsoyar. Eisini hevði borið til at ferðast í oynni, og so kundi dagurin enda við eini góðari máltíð við undirhaldi, føroyskum dansi og aðrari føroyskari mentan, sigur Karlot Hergeirsson.
Uttan at kenna nakað til tølini roknar hann við, at tað eru fleiri tíggjutals golfspælarar við hvørjum ferðamannaskipi. Og talan er ikki bert um leysar tankar.
- Eg havi sent mítt hugskot til býráðið og til borgarstjóran og spurt, um tey eru áhugað í einum alternativum, bíligari og vakrari golfvølli enn tann, sum er á tekniborðinum at gera á Glyvursnesi. Tað hevði verið eitt upplagt høvi at seta handling handan orðini um at menna útjaðaran í kommununi, og tí haldi eg, at málið um ein golfvøll í Nólsoy eigur at fáa eina sakliga viðgerð. Eg fekk onkra positiva afturmelding beinanvegin, men havi síðani einki hoyrt aftur, sigur Karlot Hergeirsson.