Ætlar at vinna HM

Fabio Capello er ikki í iva. Ongland hevur møguleika at vinna HM-heitið í fótbólti í 2010, og tað er hetta, sum er málið hjá honum, nú hann setur seg í heta enska landsiðsvenjarasessin. – Trúi eg ikki sjálvur uppá, at vit kunnu vinna HM, so skuldi eg heldur slappa av á golfbreytini. Eg kundi sjálvandi bara tikið mær av løttum, men eg hevði brúk fyri eini avbjóðing. Og tú finnur valla nakra størri avbjóðing, enn at skula lyfta Ongland upp á heimstindarnar, sigur Capello.