Forsetin í Afganistan, Hamid Karzai, sigur seg nú vera til reiðar at tingast við mótstøðurørsluna Taliban. Á einum fundi við átrúnaðarleiðarar í Kabul segði forsetin, at hann er sinnaður at tosa við Taliban fyri at royna at fáa eina friðaravtalu í lag við rørsluna. Leiðslan í Taliban hevur fyrr sagt, at hennara fremsta mál er at reka allar útlendskar hermenn úr Afganistan, og rørslan hevur hert bardagarnar í seinastuni. Tað sást týðiliga í fjør, og 2006 var eisini tað blóðugasta árið, síðani Taliban varð rikin frá valdinum í 2001.