Ætlar at gera kapping við muhammedstekningum

Í fjør gavst tann høgravendi hollendski politikarin við eini líknandi ætlan av ótta fyri álopi.

Tann hollendski, islamskritiski høgravongspolitikarin Geert Wilders tekur nú uppaftur ætlanir sínar um at gera eina kapping fyri muhammedstekningar.

Tað skrivar hollendska blaðið De Telegraaf og tíðindastovan Reuters.

Geert Wilders heitti á fólk í gjárkvøldið á Twitter um at senda inn teirra tekningar av islamska profetinum Muhammed.

Hetta hendur, meira enn eitt ár eftir at tann umstríddi politikarin annars gavst við eini líknandi ætlan vegna ótta fyri álopum í Hollandi.

– Talufrælsi má metast hægri enn harðskapur og islamskar fatwair (sum eru religiøs boð), skrivar Geert Wilders.

Í august í fjør avlýsti hann kappingina, eftir at hollendska løgreglan hevði handtikið ein mann, sum hevði hótt við at drepa Geert Wilders júst av hesi kappingini.

Tá førdu ætlanir hansara eisini til stór mótmæli í Pakistan. Tey vórðu fyriskipað av islamska flokkinum Tehreek-e-Labbaik.

Flokkurin heitt tá á muslimsk lond um at slíta alt samband við Holland. 56 ára gamli Geert Wilders er kendur fyri umstríddu útsagnir sínar um islam. Hann býr á einum tryggjaðum bústaði og verður vardur alt samdøgrið av hollendska statinum, skrivar tíðindastovan AFP.

At avmynda profetin Muhammed er bannað í islam, tá tað verður mett sum avgudadyrkan. Tí verða keiputekningar ofta mettar sum stoytandi.

Í 2005 prentaði Jyllands-Posten fleiri slíkar keiputekningar, sum førdu til mótmæli í fleiri muslimskum londum. Málið fekk drúgvt eftirspæl.

Í 2008 vórðu tríggir mans handtiknir fyri at hava ætlanir um at drepa danska keiputeknaran Kurt Westergaard.

Sama ár brast ein bilbumba uttan fyri donsku sendistovuna í Pakistan. Seks fólk doyðu.

Í 2010 varð Kurt Westergaard álopin í heimi sínum av einum somalskum manni við øks. Sama ár vórðu fleiri persónar handtiknir fyri royndar at leypa á Jyllands-Posten.

 

/ritzau/