Tað er umráðandi at øll øki í landinum hava góðar umstøður at virka og mennast. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Og tí fer hann eisini at royna at finna eina loysn so at sandoyingar ikki eru fyri vanbýti.
Og tað sigur hann, nú Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Samandsflokkurin, spyr hann, hví Landsverk er givin at bróta grót í Sandoy. Í nógv áratíggju hevur borið til at keypt skerv og gróttilfar í Sandoy, men nú er Landsverk givin og tað er eitt stórt afturstig fyri byggifyritøkur, entreprenørar og einstaklingar í oynni, sigur Gerhard Lognberg.
Tey flestu privatfólk keypa bara smáar nøgdir hvørja ferð, og hetta merkir, at skulu tey hava eitt less av skervi, fer tað at kosta upp í 4.000 krónur kubikkið, leggur hann afturat.
Heðin Mortensen sigur, at tað eru eini átta ár síðani, at Landsverk gavst at bróta grót í Sandoy og tað var tí at at útgerðin var uppslitin. Men tá hevði Landsverk so nógv grót og so nógvan skerv niðurfyri, at sølan kundi halda fram til fyri kortum.
Nakað varð sprongt í 2013, og í nøkrum førum er grót og skervur sigldur við grótbáti til goymsluna á Sandi. Í dag verður grót brotið í Hundsarabotni, á Lambareiði og í Porkeri. Men tað er ein trupulleiki er, at framleiðslutólini eru so slitin, at alsamt meira verður brúkt til umvælingar og viðlíkahald.
Samferðslumálaráðið hevur søkt Fíggjarmálaráðið um heimild til at keypa eitt nýtt verk, sum skuldi fíggjast við inntøkum av at selja grót, men Fíggjarmálaráðið gekk ikki umsóknini á møti, sigur landsstýrismaðurin.
Men Heðin Mortensen sigur, at hann fer beinanvegin at taka málið upp við Landsverk fyri at fáa eina góða loysn á málinum til Sandoyartunnilin letur upp, sigur hann.