Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, skjýtur upp, at Strandfaraskip Landsins fær møguleika at bjóða farleiðir út til privatar at reka, og at landið ikki skal hava flutningsskyldu á teimum leiðum, sum privat reka.
Landsstýrismaðurin sigur í tíðindaskrivi, at fýra endamál eru við uppskotinum. Tað fyrsta er, at nøktandi innanlands fólka- og farmaflutningur verður tryggjaður landinum í síni heild. Næsta er, at fólka- og farmaflutningur verður skipaður, soleiðis at borgarar landsins framhaldandi fáa eina góða tænastu við so fáum útreiðslum, sum møguligt. Triðja endamálið er, at fólka- og farmaflutningur verður lagaður eftir skiftandi tørvi. Fjóðra og seinasta endamálið sigur landsstýrismaðurin vera at skapa fortreytir fyri kapping.
Fyri at røkka hesum málum, heldur landsstýrismaðurin tað vera neyðugt, at privatar fyritøkur og einstaklingar fáa betri møguleikar at bjóða fram sínar tænastur.
Eftir uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, hava tey, sum søkja loyvi, krav uppá at fáa tað, lúka tey ávís førleikakrøv.
Uppskotið er sent til hoyringar hjá stovnum, fyritøkum og fakfeløgum.