Tórshavnar Býráð hevur fyri løtu síðani í roynd og veru avgreitt, at grótið frá Eysturoyartunlinum skal nýtast til ídnaðarøkið á Sundi.
Tað var ein fullur býráðssalur í kvøld, tí kaldbaksfólk vóru komin á fund í royndini at fáa býráðið at broyta kós. Tað eydnast tó ikki.
Kaldbaksfólk vóru ikki tey einastu, sum royndu at broyta framtíðina fyri ídnaðarøkið á Sundi. Tí minnilutin í býráðnum royndi eisini at fáa samtykt at stegða ætlanunum, inntil ein heildarætlan fyrliggur fyri økið.
Býráðið kjakaðist um støðuna í ein tíma og 20 minuttir, men úrslitið gjørdist, at meirilutin stóð við ætlanirnar um útbyggingina á Sundi.
Meira á in.fo um hetta mál seinni í kvøld.










