Ætlanin má ikki sleppast

Høgni Hoydal í Tjóðveldisflokkinum heldur tað vera stórt spell, at málið um Skúladepilin í Marknagili er steðga upp. ? Uppskotið, sum nevndin við teimum trimum skúlastjórunum á odda kom við, er sera gott. Hóast Tjóðveldisflokkurin ikki er komin við einum nýggjum uppskotið um skúladepilin, stuðla vit framvegis ætlanini fult út, sigur hann

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevur enn ikki slept ætlanunum um, at hava ein stóran skúladepil í Marknagili.
? Tað var sera stórt spell, at álitið ikki náddi at koma út til almenningin. Men Anita (á Fríðriksmørk, sum tá var landstýriskvinna í mentamálaráðum, eys) náddi bert at fáa álitið handað, áðrenn nývalið var útskrivað, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at tað er at harmast um, tí álitið er sera væl úr hondum greitt.
? Vit settu eina bygginevnd, ið var mannað av skúlastjórunum og formonnum í skúlastýrunum. Teir kenna tørvin best, og saman evnaðu teir eina ómetaliga góða ætlan, sum teir nevndu "Víðsjón". Teir vita akkurát hvat kann fáast burturúr, soleiðis, at skúlarnir hava egnar facilitetir hvør sær, men samstundis kunnu hava ymiskt í felag, t.d. bókasavn, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur víðari, at hann hoyrdi í løgmansrøðuni, at eitt projekt lá fyri framman og bíðaði, og hann gongur út frá, at talan má vera um skúladepilin í Marknagili. Annars staðfestir hann, at hann ikki hevur hoyrt nakað um, hvat samgongan vil við málinum. ? Vit fingu eina semju í lag við Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin, um at fáa ein Skúladepil í Marknagili. Nú er spurningurin so hvat núverandi samgonga vil, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur seg vóna, at Fólkaflokkurin heldur fast um ætlanina, sum er ótrúliga góð. ? Eg vænti, at ætlanin fer at verða veruleiki, tí tørvurin er so stórur og tí, at hetta er eitt álit gjørt av trimum samdum skúlastjórunum, sigur hann. ? Tað hevur stóran týdning, at skúlarnir eru samdir um ætlanina og standa aftanfyri.

Ikki nevnt skúladepilin
Tjóðveldisflokkurin hevur annars havt fleiri uppskot frammi, um at byggja og útbyggja skúlar kring landi. Teir hava skotið upp at hava ein lista- og ítróttarskúla á Sandi, at útbyggja tekniska skúlan í Klaksvík og at byggja nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna. Men einki uppskot hevur verið um Skúladepilin í Marknagili.
? Í undanfarnu samgongu samdust vit um, at skúlar og útbúgvingar skuldu vera tað økið, ið skuldi standa næst á skránni. Tað er jú so sera týdningarmikið at gera íløgur í skúlar og útbúgvingar, serliga nú, tá tíðirnar tykjast gerast verri. Tá samdust vit um, at tað vóru Miðnámsskúlin í Vági, Skúladepilin í Marknagili, Lista- og ítróttarskúlin á Sandi, Tekniski Skúli í Klaksvík og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna, sum skuldu raðfestast. Skúlin í Vági kom frá hondini, men so kom valið í úrtíð, greiðir Høgni Hoydal frá.
? Einki uppskot er komið um Skúladepilin. Nú hava vit lagt uppskot fram um hinar tríggjar skúlarnar, men tað merkir ikki, at Tjóðveldisflokkurin ikki framvegis tekur undir við ætlanini um skúladepilin, staðfestir Høgni. ? Tað er bara nakað nógv at leggja fram fýra uppskot um skúlar, sigur hann.
? Hinir skúlarnir skulu eisini raðfestast. Eg vóni og vænti avgjørt, at skúladepilin fer at verða veruleiki, tí skúlarnir standa samdir aftanfyri ætlanina. Vit hava sum sagt ikki slept ætlanini, tvørturímóti fara vit, við teimum politisku amboðunum, vit hava, at royna at fáa hesa ætlanina framda. Skúlarnir kosta nógv, men samanborið við t.d. ein undirsjóvartunnil, eru upphæddirnar til skúlar ógvuliga smáar, staðfestir formaður Tjóðveldisfloksins at enda.