Ætlanin hjá Heðin Mortensen er óhóskandi

Tá ið nokk av pengum er í Arbeiðsloysisskipanini eigur inngjaldið at verða lækkað. Peningurin skal ikki brúkast til at fíggja ein almennan stovn, heldur stýrislimur í ALS

Tað er óhóskandi, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú tosar um at brúka pengar hjá ALS til at fíggja ein arbeiðsmarknaðardepil.

Tað sigur Marita Rasmussen, nevndarlimur í ALS, við FM1.

Heðin Mortensen hevur víst á, at næsta ár eigur ALS eina milliard á bók, men hann heldur ikki, at tað er rætt at lækka útgjaldið.

Tvørtur ímóti heldur hann, at ein partur av pengunum skal brúkast til at fíggja ein arbeiðsmarknaðadepil, sum er eitt samstarv ímillum arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar, og politiska myndugleikan um øll viðurskifti á Arbeiðsmarknaðinum.

Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum, og sum sostatt eisini umboðar arbeiðsgevararnar, tekur undir við, at ein arbeiðsmarknaðardepil skal setast á stovn.

Men hon sigur, at pengarnir hjá ALS skulu ikki brúkast til endamálið.

– ALS er ein skipan, partarnir á arbeiðsmarknaðinum settu á stovn, og sum teir umsita við tí endamáli at tryggja fólk eina inntøku, hóast tey verða arbeiðsleys. 

Hon sigur, at samstarvið ímillum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hevur verið fyrimyndarligt, og peningur hjá ALS skal ikki brúkast til onnur endamál. Sostatt skal peningur heldur ikki takast frá ALS til at fíggja ein arbeiðsmarknaðardepil við, sigur hon við FM1.

Tað er ein avtala ímillum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar um, at endamálið við ALS er at rinda fólki, sum verða arbeiðsleys, eina ávísa upphædd, og tað er óhóskansi at tosa um at taka pengarnir til onnur endamál enn tað, sigur Marita Rasmussen.

Hon vísir samstundis á, at tað er ikki rætt, at ALS eigur eina milliard næsta ár. Rætta talið liggur um góðar 800 milliónir, sigur hon.

Tað er ein avtala í stýrinum, at ALS skal bjálvast til at klára eitt nos í nøkur ár. Tað merkir, at tá ið grunnurin er komin upp á 800 – 900 milliónir, skal tann avtalan endurskoðast við tí endamáli at fáa greiði á, hvussu farast skal fram. 

Og hon sigur, at tað verður í ár, at stýrið í ALS fer at endurskoða framtíðarætlanirnar og sjálv sær hon fyri sær, er, at inngjaldið verður lækkað, tá ið grunnurin er væl bjálvaður. Og ætlar landsstýrið at skipa ein almennan stovn, skal fíggingin fáast aðrastaðni frá, leggur hon afturat við FM1.