Fiskaflutningur
Tað verður ikki á hesum sinni, at Atlantsflog fer at flúgva ímillum Føroyar og umheimin við fiski.
Tað staðfestir Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Í summar var annars júst loftvegis flutningur við fiski næstan mett at vera bjargingin hjá føroysku fiskivinnuni.
Vanlig semja var um, at skuldi fiskivinnan mennast, skulu vit hugsa um feskar fiskavørur, tí har eru vit sera sterkir í kappingini.
Men skal talan vera um at føða marknaðin við feskum fiski, var eisini staðfest, at tørvurin var á væl betri flutningssambandi út í heim, enn vit hava nú.
Helst skuldi tað bera til at fáa feskan fisk á marknaðin hvønn dag og tí var mett, at loftvegis flutningur var bjargingin.
Atlantsflog loftaði bóltinum beinanvegin og fór at kanna møguleikarnar. Og Magni Arge segði, at gekk sum ætlað, kundi flutningurin byrja í heyst.
Men nú er árið enda og enn flýgur Atlantsflog ikki við fiski.
Onki grundarlag
Magni Arge sigur, at sum støðan er í løtuni, tykist tað ikki at vera grundarlag fyri at fara undir slíkan flutning.
Hann sigur, at tað hevur ikki eydnast at fáa nóg stórar avtalur við útflytarar um flutning til at Atlantsflog hættar sær undir eina slíka ætlan.
Útflytarar vátta, at tað sær út til at vera trupult at fáa hendan flutningin ílag.
Teir siga, at marknaðurin í Evropa hevur verið sera trupul í ár og tað hevur gjørt útgangsstøðið hjá føroysku fiskivinnuni vánaligt, serliga tá ið vit hugsa um fiskaprísir og kostnaðarstøðið í Føroyum. Sostatt er tað yvirhøvur ómetaliga trupult at selja fisk.
Tað ger, at tað verður mest tann dýri fiskurin, tvs, toskur, sum talan kann vera um at flyta við flúgvara.
Men tað nógva av toskinum verður saltað, tí har eru føroyingar serstakliga sterkir.
Útflytarar siga, at prísurin frá Atlantsflog var ein orsøk- í hvussu so er sum marknaðurin er nú.
Spurdur um prísin, váttar Magni Arge tíðindini frá útflytarum, at Atlantsflog hevur nevnt ein prís uppá 10-11 krónur fyri kilo fyri at flúgva fisk til norðara part í Evropa og einar 14 krónur fyri kilo til Bretlands.
Hetta halda útflytarar er ov dýrt, soleiðis sum støðan er í dag og ásannast má so bara, at enn er ov langt ímillum roknistykkið hjá Atlantsflog og roknistykkið hjá útflytarunum til at loftvegis flutningur við fiski kemur uppá tal í hesum føri.