Ætlaðu yvirgang í Keypmannahavn

Rætturin í Glostrup hevur fyrrapartin dømt fýra sviar sekar í at hava havt ætlanir um at søkja at JP/Politikens Hus á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Revsingin verður ásett seinni.

Sambært ákæruritinum ætlaðu menninir at søkja at JP/Politikens Hus sum hevnd fyri Muhammedstekningarnar hjá Jyllands-Postinum. Ákæruvaldið vil vera við, at menninir ætlaðu at fremja álopið tann 29. desember í 2010. Tann dagin var eitt tiltak í JP/Politikens Hus, har fleiri ítróttarfólk vórðu heiðrað. Millum tey hjástøddu var Fríðrikur krúnprinsur. Undir kanningunum er løgreglan komin eftir, at málið hjá monnunum var at drepa so mong sum gjørligt, men tó ikki kvinnur og børn.

Tríggir av monnunum vórðu tiknir fyrrapartin tann 29. desember í Herlev, hagar teir vóru komnir úr Svøríki dagin fyri. Tann fjórði varð tikin í Stockholm sama dag.

Tríggir av monnunum hava svenskan ríkisborgararætt. Tann fjórði er tunesiskur ríkisborgari.