Ætlaðu statskvett í Spania

Tíðindi úr Madrid vilja vera við, at fráfarandi spanski stjórnarleiðarin, Jose Maria Aznar, var til reiðar at skipa fyri statskvetti, tapti flokkur hansara valið

Amerikanska tíðindastovan AP vil vera við, at ætlanir vóru um statskvett í Spania, um sosialistarnir vunnu valið seinasta sunnudag. Maðurin aftan fyri ætlanina var fráfarandi forsætisráðharrin, Jose María Aznar.
Blaðið El Mundo hevur eisini borið tíðindini. Heimskendi spanski filmsleikstjórin Pedro Almodovar skal sambært blaðnum hava sagt, at hann visti um ætlanina, og blaðið vil eisini vera við, at formaðurin í sosialistaflokkinum, Jose Luís Rodriguez Zapatero, hevði fingið frænir av ætlanini hjá stjórnarflokkinum.
Leiðslan í konservativa flokkinum avsannar tíðindini, og Angel Acebes, innanríkisráðharri, sigur tey vera tað bera tvætl. Flokkurin sigur, at hann umhugsar at stevna Pedro Almodovar.
Sambært El Mundo fóru tíðindini um eitt statskvett at ganga í Madrid valkvøldið. Sambært blaðnum ætlaðu Jose María Aznar og konservativi flokkur hansara at gera sær dælt av hurlivasanum valkvøldið og støðuni aftan á ta blóðugu atsóknina.