- Ætlaðu okkum meir

AB-leikararnir vóru sjálvsagt skuffaðir eftir tapið.

– Vit ætlaðu okkum meir burtur úr dystinum, og tí er hetta sjálvsagt skuffandi, sigur Bjarni Jørgensen, sum tó helt, at teir vóru væl við í dystinum. – Ja, vit spæal fult upp við teir at kalla allan dystin. Áðrenn teir fáa fyrsta málið, er eingin munur á liðunum, og tá kann tað koppa báðar vegir.

Bjarni ásannaði tó, at síðstu løtuna var ikki nógv eftir hjá heimaliðnum. – Tá teir fáa málið, fer luftin av bavllónini, og vit megna ikki at trýsta teir síðstu løtuna. Men sum heild haldi eg, at vit spældu væl, og dysturin kundi líka væl koppað til okkara fyrimun.