Rohan Gunaratna, sum er serfrøðingur í yvirgangsvirksemi, og sum starvast á lærda háskúlanum St. Andrews í Skotlandi, vil vera við, at al-Qaeda ætlaði at ræna eitt flogfar í Bretlandi og at renna tað inn í tað kenda Big Ben í London. Atsóknin skuldi gerast sama dag sum atsóknirnar í New York og Washington tann 11. september í fjør.
Rohan Gunaratna segði við amerikanska sjónvarpið CNN, at málið við atsóknini í London var at vísa, at al-Qaeda var ført fyri at søkja at málum kring allan heimin. Men atsóknin varð av ongum, tí trygdarmyndugleikarnir í Heathrow-floghavnini steðgaðu allari flogferðsluni aftan á atsóknirnar í USA.
Rohan Gunaratna sigur, at upplýsingarnar um ta ætlaðu atsóknina í London eru frá einum manni, sum varð tikin í India í sambandi við atsóknina at indiska tjóðartinginum í desember í fjør. Maðurin hevur gingið á flogskiparaskúla í USA, Bretlandi og Avstralia, og sambært Gunaratna fekk hann pengar frá al-Qaeda til at skipa fyri atsóknini í London. Undir avhoyring-um skal maðurin hava greitt frá, hvat flogfar ætlanin var at ræna.
Rohan Gunaratna hevur skrivað eina bók um al-Qaeda. Nógvar av upplýsingunum í bókini eru úr loyniligum skjølum hjá bretsku myndugleikunum, sum høvundurin slapp at hyggja í, tá hann skrivaði bókina.
Svenski yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp ivast ikki í, at upplýsingarnar hjá Rohan Gunaratna eru rættar. Hinvegin væntar hann, at bretsku myndugleikarnir fara at avsanna tær, tí talan er um sera loyniligar upplýsingar. Men ein tílík avsannan merkir ikki, at upplýsingarnar ikki eru rættar kortini, sigur Magnus Ranstorp.