Fimm donsk ungfólk, sum hava sitið í fongsli síðani apríl fyri fleiri eldásetingar, og sum eru skuldsett fyri yvirgang, verða nú eisini skuldsett fyri at hava havt ætlanir um fleiri og umfatandi eldásetingar og álop á løgregluna.
Millum annað eru tey skuldsett fyri atsókn at griksku sendistovuni í Keypmannahavn. Sambært løgregluni stoyttu tey eldfiman løð við høvuðsdyrnar á sendistovuni um náttina tann 6. apríl og settu eld á við einum kyndli.
Harumframt høvdu tey fimm ætlanir um at seta eld á Christiansborg, innflytaramálaráðið og løgmálaráðið. Tey fimm vórðu tikin tann 26. apríl, tá tey royndu at seta eld á løgregluskúlan í Brøndby við bensini og einum neyðblussi.