Ætlaðu at spreingja Jeb Bush í luftina

Amerikansku myndugleikarnir kanna, um nakrir menn ætlaðu at myrða guvernørin í Florida, Jeb Bush. Guvernørurin og George W. Bush, forseti eru brøður.

Árni Joensen

Løgreglan í býnum Miami í Florida kannar málið, skrivar blaðið Miami Herald. Løgreglan fekk tíðindini um ætlanina frá einum manni, sum situr í fongslinum í Miami. Maðurin skal hava greitt løgregluni frá, at fýra menn av arabiskum uppruna høvdu lagt drápsætlanina.

Sambært manninum høvdu teir fýra menninir roynt at fáa fatur á einum leigudrápsmanni, sum skuldi renna ein lastbil fermdan við spreingievni í umsitingarhúsini hjá guvernørinum í høvuðsstaðnum Tallahassee.

Miami Herald skrivar, at løgreglan var í iva um trúvirðið hjá tí fongslaða manninum og helt, at hann kanska segði teimum eina søgu fyri at fáa betri viðferð og linari dóm, tá hann einaferð kemur fyri rættin. Kortini valdi løgreglan at kanna lastbilin, sum maðurin hevði greitt teimum frá. Einki spreingievni var í bilinum, men sambært Miami Herald komu teir servandu hundarnir hjá løgregluni fram á okkurt, sum kundi bent á, at spreingievni hevur verið í bilinum.

Eitt annað, sum ger, at myndugleikarnir taka frágreiðingina hjá tí fongslaða manninum fyri fult, er, at hann hevur nevnt teir fýra menninar aftan fyri ætlanina við navni, og at teir fýra standa allir á yvirlitinum við útlendingum, sum myndugleikarnir fegnir vilja hava hendur á.


MYNDATEKSTUR:

Jeb Bush, bróðir forsetans, George W. Bush, er guvernørur í statinum Florida. Á myndini eru brøðurnir saman við konum í ovala rúminum í Hvítu Húsunum
Mynd: Reuter