Ætlaðu at sløkkja olympiska eldin

18 fólk vórðu handtikin í sambandi við eina mótmælisgongu í London í dag, har tey ætlaðu at sløkkja eldin í olympiska kyndlinum. Londonbúgvar, sum eru ónøgdir við kinesisku handfaringina av Tibet málinum, góvu í dag sína meining til kennar, tá olympiski eldurin skuldi ígjøgnum gøturnar í enska høvuðsstaðnum.

Tað eydnaðist mótmælisfólkunum at koma gjøgnum girðingarnar, sum løgreglan hevur sett upp. Síðani royndu tey av øllum alvi at koma framat loganum, bæði við at taka hann og við eldsløkkjarum.

Mótmælini vóru væntað, tí nógv fólk høvdu longu frammanundan fílst at handfaringina hjá kinesiksu stjørnini í sambandi við ófriðin í Tibet. Sambært AP eru vórðu 18 fólk handtikin.

Ætlanin er, at olympiski eldurin skal ferðast heilar 136.000 kilometrar kring heimin, áðrenn hann verður handaður síðsta sendiboðnum í august í Beijing.