Myndugleikarnir í Afghanistan hava tikið seks menn og skuldsett teir fyri at hava havt ætlanir um at beina fyri landsins forseta, Hamid Karzai. Tað sigur innanríkisráðið í høvuðsstaðnum Kabul.
Í seinastuni hava mótstøðumenn gjørt av við nakrar av teimum trúgvu stuðlunum hjá Karzai. Tann 20. september varð formaðurin í tí almenna friðarráðnum, Burhanuddin Rabbani, myrdur í einari sjálvmurðsatsókn, og í juli myrdi ein trygdarmaður Ahmed Wali, sum var bróðir forsetans. Nakrar dagar frammanundan bleiv ein av fremstu ráðgevum forsetans myrdur.
Hamid Karzai er í løtuni í India.