Fyri einum ári síðani ætlaði ein víðgongdur muslimskur felagsskapur at beina fyri bretska forsætisráðharranum, Tony Blair, men bretska løgreglan avdúkaði ætlanina, skrivar franska vikublaðið Le Figaro Magazine.
Sambært blaðnum fekk bretska løgreglan snevilin av ætlanini í mai í fjør, tá løgreglan kom fram á nøkur skjøl, sum vístu, hvat felagsskapurin hevði í kvittanum. Í skjølunum stóð millum annað, at ætlanin var at væta ein saks við eiturevninum ricin, og síðani skuldi onkur stinga Blair við saksinum.
Franski yvirgangsserfrøðingurin Roland Jacquard sigur við Le Figaro Magazine, at bumbuatsóknirnar í London í næstsíðstu viku vísa, at teir muslimsku yvirgangsfelagsskapirnir í Evropa eru ikki viknaðir, sum tey flestu hava hildið, men at teir tvørturímóti eru til reiðar at gera um seg, tá teir fáa boð um tað.










