Umleið 400 bretskir løgreglumenn rannsakaðu mánadagin fleiri hús í Mið- og Norðuronglandi. Í miðbýnum í Manchester vórðu seks menn og ein kvinna tikin, og í Staffordshire, South Yorkshire og West Midlands tók løgreglan trý fólk afturat.
Tað vísti seg, at tey tiknu høvdu keypt atgongumerki til stórdystin á Old Trafford í Manchester nú leygardagin ímillum Manchester United og Liverpool. Harafturat vísti tað seg, at tey høvdu keypt atgongumerki ymsastaðni kring vøllin.
- Ætlanin var, at sjálvmorðsbumbumenn skuldu spreingja seg í luftina undir dystinum. Hevði tað eydnast teimum at fullføra ætlanina, kundi hon lættliga kravt fleiri túsund mannalív, sigur ein ónevnd løgreglukelda við blaðið The Sun.
Eitt annað blað, The Time, vil vera við, at løgreglan eisini hevur illgruna um, at yvirgangsfólkini ætlaðu at søkja at øðrum málum í Manchester. Blaðið sigur seg hava fingið at vita frá keldum í løgregluni, at umframt Old Trafford var tann stóra hand-ilsmiðstøðin Arndale eitt møguligt álopsmál.
Ikki óvæntað
Sum skilst hevur bretska løgreglan hildið eygað við teimum tiknu eina tíð. Hon hevur eisini lurtað eftir telefonsamrøðum teirra, og løgreglan gjørdist at enda greið yvir, at alt ruggaði ikki rætt.
Varaløgregluovastin í Manchester, David Whatton, segði við BBC í gjár, at vandin fyri yvirgangi í Bretlandi er størri nú, enn hann hevur verið seinastu fýra mánaðarnar. Fyri fýra vikum síðani fann løgreglan 600 kilo av spreingievni í einum húsum sunnan fyri London. Átta fólk vórðu tikin, og seks teirra sita framvegis í varðhaldi. Tey koma fyri rættin 16. juni.
Sambært teimum bretsku fjølmiðlunum hevði tað borið til hjá yvirgangsmonnunum at sloppið inn á Old Trafford við spreingievninum. Sambært trygdarreglunum verða tey, sum hava atgongumerki í teimum ovastu røðunum, kann-að, meðan tey, sum sita longri niðri, kunnu sleppa inn uttan stórvegis kanning.
Avdúkingin hjá løgregluni kemur ikki óvart á bretskar trygdarserfrøðingar.
- Líkt er til, at yvirgangsmenninir ætlaðu at nýta sjálvmorðsbumbumenn hesaferð. Tað er ein drepandi leikur í talvinum ímillum trygdartænastuna og al-Qaeda, sum tykist hava gjørt av at søkja at málum í Bretlandi, sigur trygdarserfrøðingurin Chris Dobson við The Sun. Hann hevur skrivað heilar 20 bøkur um yvirgang og trygd.