Avgerðin hjá Eystara landsrætti at døma teir fimm menninar sekar í at hava hópneyðtikið eina føroyska kvinnu í einum bakgarði á Nørrebrúgv í Keypmannahavn um jóltíðir í fjør ko0m eftir øllum at døma fullkomiliga óvart á verjarnar hjá monnunum.
Í býarrættinum á Frederiksberg vórðu allir teir fimm menninir fríkendir, men dómararnir í Eystara landsrætti høvdu eina aðra uppfatan av málinum og dømdu menninar tvey ára fongsul. Harafturat skulu teir rinda kvinnuni 50.000 krónur í endurgjaldi í part.
Men verjarnir ætla ikki at sleppa málinum so. Vanliga ber tað ikki til at skjóta skuldarspurningin ella revsingina inn fyri Hægstarætt í einum slíkum máli, men tað ætla verjarnir at royna. Ein teirra, Knud Erik Meinertz, segði við Berlingske Tidende í gjár, at hann og hinir verjarnir hava ilt við at góðtaka úrskurðin hjá landsrættinum, tí eftir teirra tykki kom einki nýtt fram, tá málið var fyri har.
-Eftir okkara uppfatan hevur landsrætturin gjørt eitt mistak við at skúgva fleiri vitnifrágreiðingar til viks. Ístaðin hevur rætturin lagt dent á frágreiðingina hjá kvinnuni og sostatt somu frágreiðing, sum býarrætturin metti ótrúverduga, og sum var grundgevingin fyri, at menninir vórðu fríkendir har. Vit halda, at úrskurðurin hjá landsrætinum er grundaður á moralskar metingar um, hvat ein ger og ikki ger, tá tað kemur til kynsliga samveru, sigur Knud Erik Meinertz.
Ein tann fremsti løgfrøðingurin í Danmark, Eva Smith, professari, sigur við Berlingske Tidende, at tað er einki løgið í tí, at tveir dómstólar koma til hvør sína niðurstøðu í sama máli.
Seks aðrir skuldsettir
Higartil eru fimm menn dømdir fyri at hava neyðtikið ta føroysku kvinnuna. Í dóminum hjá Eystara landsrætti stendur, at fimm menn og kanska uppaftur fleiri neyðtóku kvinnuna.
Seks aðrir menn eru skuldsettir fyri at hava medvirkað til hópneyðtøkuna, og aftan á summarfrítíðina fer statsadvokaturin at taka støðu til, um ákæra eisini skal reisast ímóti teimum, skrivar Politiken. Kvinnan hevur sambært verja hennara, helle Hald, sagt, at hon vil helst sleppa undan fleiri rættarmálum í sambandi við tilburðin.