Ætlanir eru um at leggja A.P.Møller- Mærsk og onnur reiðarí saman í eitt ovurstórt norðurevropeiskt reiðarí Samráðingar eru í hesum døgum millum donsku reiðaríini A.P. Møller - Mærsk, DFDS og Clipper um at stovna eitt risastórt norðurevropeiskt reiðarí, og sambært Børsen eru útlendsk reiðarí møguliga við í samráðingunum.
A.P.Møller - Mærsk váttaði í síðstu viku, at felagið arbeiddi við at selja niðurlendska reiðaríið Norfolkline, og um somu tíð boðaði DFDS bfrá, at felagið hevði áhuga í at keypa sama reiðarí, og at Clipper og onnur reiðarí høvdu fingið fyrispurning um sama felag.
Keldur hjá Børsen siga, at umframt A.P.Møller - Mærsk, DFDS, Clipper og Norfolklin er tað sannlíkt, at Scandlines kemur uppí eins og tað svenska Stena Line, belgiska Cobelfret og tað italska Grimaldi Lines.