- Ætla okkum longur upp

KÍ vann í gjár fyri triðju ferð á rað í formuladeildini, tá teir bastu B71 á heimavølli. Eftir dystin fingu á venjaran hjá KÍ, Eyðun Klakstein, sum var fegin um enn ein sigur.

- Hetta er so fyrstu ferð í ár, at vit vinna tríggjar dystir á rað, og tað haldi eg verið sera gott í formuladeildini, líka mikið hvar á stigatalvuni man liggur, segði Eyðun.

Hann var tó ikki heilt nøgdur við innsatsin hjá sínum liði undan steðginum.

- Nei, spælið hjá okkum er ikki serliga gott undan steðginum, og eg var heldur ikki heilt nøgdur, tá vit fóru til hálvleiks. Í seinna hálvleiki er tó nógv betri. Tá virka menn meir uppsettir og klárir, og tá fáa vit eisini trý mál og avgera harvið dystin.

Eyðun er eisini sera væl nøgdur um gongdina síðstu dystirnar.

- Nú gongur nógv betri. Tríggir sigrar á rað hava ført okkum upp á sætta plássið, men vit ætla okkum enn longur upp. Vit fara at vita, um vit ikki í øllum førum klára at koma upp á fimta plássið, staðfestir venjarin hjá KÍ.

Næstu ferð skal KÍ leika á útivølli ímóti oddaliðnum, og her væntar Eyðun ein harðan dyst.

- Tað verður ein rættiliga harður dystur ímóti B36. Teir hava ikki lata nakað mál inn í seks dystum, og tí verður sjálvandi ringt at vinna, men vit fara at gera okkara besta.