Ætla lønarafturhald

Eingin upphædd verður sett av á fíggjarlógini til lønarframskrivingar, men samlaða upphæddin fyri til lønir fyri 2011 og 2012 er hin sama sum fyri 2010. Ein av mongum sparingum, sum teir tríggir samgonguflokkarnir arbeiða við, er lønarafturhald.

Fyri ikki at leggja seg út í samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum til heystar, so metir landsstýrið, at tað er rættast ikki at seta nakra upphædd av til lønarframskrivingar. Eisini verður mett, at sum støðan er nú, og sum gongdin er í búskapinum og við prístalinum, so er tað mangt, sum bendir á, at tað er sera ivasamt, um talan fer at gerast um nakrar lønarhækkingar, verður sagt í búskaparfrágreiðingini hjá landsstýrinum.

Sagt verður, at samlaðu lønarkarmarnir í 2011 og 2012 eru fastlagdir á sama støði sum í 2010.