Ætlaðir favoritt-sigrar

Bæði TB og ÍF vunnu tryggar sigrar í fremstu kvinnudeildini

Flogbóltur

TB var á vitjan í Klaksvík, og har var ongin ivi um úrslitið. Tá Mjølnir fekk flest bóltar - tað var í fyrsta settinum - fingu tær 20, so sigurin hjá gestunum var ongantíð í vanda.
Við stigunum í dag er TB nú á øðrum plássi. SÍ datt niður á triða pláss, har tær fáa harða kapping frá ÍF, sum eisini vann sín dyst í dag. Hesin var á Kambsdali móti KÍF, og ikki óvæntað vann heimaliðið 3-0.