Ætla ikki at vakna við kaldan dreym

Nú veruliga er stungið út í kortið fyri norðoyatunnlinum, eru klaksvíkingar farnir at fyrireika seg til nýggju tíðina. Mikukvøldið bjóðaði ein arbeiðsbólkur, sum skal gera eitt álit um ítrótt, mentan og frítíð, til fundar í býráðshøllini. Hesin bólkur er ein av 7, sum skal koma við tilmælum til býráðið um, hvussu Klaksvíkin skal tilbúgva seg til stóru avbjóðingina

Klaksvík: Stórur áhugi var fyri fundinum um ítrótt, mentan og frítíð, sum var í býráðshøllini mikukvøldið. Um 70 fólk møttu á fundinum, orðaskifti var lívligt, og fólk smæddust ikki við at taka orðið.
Í desembur í fjør setti býráðið ein stýrisbólk at viðgera alt, sum hugsast kann í samband við fasta sambandið við meginøkið. Hesin bólkur gjørdi av at seta 7 arbeiðsbólkar, sum skulu koma við tilmælum til býráðið um, hvussu Klaksvíkin skal menna seg á øllum økjum og verða tilreiðar at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum náttúrliga fara at koma, tá koyrandi verður undir Leirvíksfirði.
- Høvuðsendamálið við hesum arbeiðnum er at fyrireika Klaksvíkina, so vit ikki vakna við kaldan dreym, tá undirsjóartunnilin letur upp, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

7 arbeiðsbólkar

Bólkurin, sum skal gera álit um ítrótt, mentan og fritíð, var tann fyrsti av teimum 7, sum bjóðaði til fundar í býráðshøllini. Hvør bólkur verður mannaður við trimum fólkum.
Tað er Eyðun Klakstein, sum er formaður fyri hesum fyrsta trímannabólkinum. Hini eru Jastrið Gulaksen og Erik Biskopstø.
Eyðun er útbúgvin tíðindamaður og hevur verið fastur ítróttar- og tónleikaskrivari hjá Sosialinum í longri tíð. Eisini fæst hann við at geva út árbøkur um føroyskan tónleik. Við hesum royndum er hann júst rætti maðurin at taka sær av tí arbeiði, sum ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal gera.
Jastrið er grafiskur designari og hevur egið virkið. Hon er eisini ítróttarkvinna.
Eirik er lærari, men arbeiðir í løtuni hjá Útvarpi Føroya. Hann hevur í nógv ár fingist við tónleikaframleiðslu. Eisini hevur hann royndir sum samskipari av ymiskum mentanartiltøkum.
- Hinir bólkarnir verða settir í nærmastu framtíð við nøkrum vikum ímillum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum sjálvur er formaður í stýrisbólkinum.
Umframt ítrótt, mentan og frítíð, eru málsøkini, sum tilmæli skal gerast um, hesi: Handilsøkið, skúlaøkið, almanna- og heilsuøkið, tænastuøkið, fiskivinnuøkið og handverks-og ídnaðarøkið.

Hugagott fundarfólk

Nógv góð hugskot komu fram á fundinum um, hvussu Klaksvíkin kann gerast ein spennandi býur hjá fólki í øllum aldri at búleikast í. Tað var breið semja um, at verður einki gjørt fyri trivnaðin hjá borgarunum, verður Klaksvíkin neyvan før fyri at halda unga fólki í býnum.
Jórun Høgnesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, eggjaði feløgunum innan ítrótt, mentan og frítíð, til sjálvi at taka stig til at fáa til vega betur umstøður.
- Tað er ikki neyðugt, at kommunan fíggjar alt einsamøll; tað hevur hon ikki orku til. Í hvussu er fer tað at taka alt ov langa tíð, um bíðast skal eftir, at kommunan uppfyllir øll ynski. Men kommunan eigur sjálvsagt at vera við og stuðla teimum, ið vilja ganga á odda og taka eitt tak saman við okkum, segði hon.
Samanumtikið var hetta ein sera góður fundur, og verða klaksvíkingar eins hugagóðir og eldhugaðir á øllum økjum, sum tá tað kemur til ítrótt, frítið og mentan, er einki at ivast í, at Klaksvíkini verður lív lagað.
Sum Magnus Pauli Glerfoss vónríkur tók til á fundinum:
- Um tað so verða 6 breytir, fer streymurin kortini at ganga hendavegin, segði hann.