TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2 hevði við Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ, sum saman við liðfeløgunum vann 3-2 á 07 Vestur fyrr í dag.
Fyri Klæmint A. Olsen og liðfelagarnar var talan um ein meiri lívligan dyst og sigur, enn tá teir fyri viku síðani vunnu 2-0 á ÍF í Fuglafirði.
Komandi sunnudag tekur NSÍ ímóti Víkingi, sum við sigri á NSÍ kann tryggja sær FM-heitið. Klæmint A. Olsen slær fast, at teir í Runavík ætla ikki, at Víkingur skal gerast FM-vinnari á teirra vølli.
Nú ger Klæmint A. Olsen klárt at tørna til landsliðsvenjingarnar, har vant verður fram til HM-undankappingardystirnar ímóti Lettlandi á heimavølli komandi leygardag, og ímóti Ungarn á útivølli tríggjar dagar aftaná.










