Ætla ikki at taka nazibrotsmann

Tað er ikki líkt til, at myndugleikarnir í Ungarn fara at handtaka ein 97 ára gamlan nazi-krígsbrotsmann, sum sambært Simon Wiesenthal-stovninum býr í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest. Ungarska ákæruvaldið segði í dag, at tað hevur kannað viðurskiftini hjá einum einstaklingi, men ákæruvaldið vil ikki siga, hvør maðurin er.

Í 1948 varð Laszlo Csatary dømdur til deyða í Ungarn, men talan var um fráverudóm. Um vikuskiftið skrivaði bretska blaðið The Sun, at Laszlo Csatary býr í Budapest, men ungarska ákæruvaldið sigur, at blaðið hevur ikki avdúkað nakað nýtt um hansara gerðir.

Frá 1941 til 1944 var Laszlo Csatary løgreglustjóri í slovakiska býnum Kosice, sum var undir ungarskari herseting, og sambært Simon Wiesenthal-stovninum viðvirkaði hann til, at 16.000 jødar vórðu sendir til týningarleguna Auschwitz. Hann búði í Kanada til 1997, tá hann misti ríkisborgararættin har, og sambært Simon Wiesenthal-stovninum hava ungarsku myndugleikarnir verið vitandi um, at hann býr í Budapest.