Beint áðrenn eitt flogfar hjá United Airlines skuldi fara á flog úr London sunnudagin, bleiv stýrimaðurin tikin, tí løgreglan í floghavnini hevði illgruna um, at hann hevði kenning. Tann 44 ára gamli maðurin, sum var komin at sita í flogfarinum, fekk boð um at blása í ballónina, og tað vísti seg, at hann hevði drukkið í meira lagi. Maðurin er latin leysur, men hann hevur misti starvið, og tann 14. januar skal hann í rættin, sigur BBC.
Tíðindi