Skuldi ein maður drepast heima hjá sær sjálvum eina náttina síðsta summar, ella skuldi lívið bara forskrekkjast úr honum?
Tað er tann stóri spurningurin sum 12 nevningar skulu taka støðu til í Føroya Rætti seinni í hesi vikuni.
Ein maður er ákærdur fyri drápsroynd og fyri at hava roynt at seta eld á.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, heldur fútin, at ætlanin var at seta eld á mannin og at seta øksina í høvdið á honum og at brenna húsini niður.
Men tað noktar maðurin avgjørt fyri.
Hann sigur, at ætlanin var bara at ræða mannin.
Skuldi forskrekkjast
Tann ákærdi sigur, at tað gingu leysasøgur um, at maðurin var barnalokkari, men sjálvur visti tann hann onki dømi um tað, tí hann visti bara, hvat hann hevði hoyrt.
Og eina náttina, teir sótu og ballaðust, stakst tað upp á hann, at nú skuldi maðurin hava eitt forskrekkilsi, hann seint gloymdi.
Útgjørdur við øks, einum dunki við einum sjatti av bensini í og einum reipi, breyt maðurin seg inn ein annan mann meðan hann lá eini sofu.
Maðurin segði, at ætlanin var at seta eld í dýnuna hjá manninum, meðan hann lá og svav.
Men talan skuldi bara vera um ein lítlan eld, sum beinanvegin kundi sløkkjast aftur við at falda dýnuna saman um eldin og kvæla hann.
Endamálið var at fáa mannin at vakna við at tað eldur var í dýnuni og boðskapurin skuldi vera, at hann skuldi halda seg frá smágentum.
Hann hevði onga beinleiðis forkláring upp á, hvussu hann ætlaði at tryggja sær, at hann ikki misti tamarhald á eldinum, so at stórskaði stóðst av.
Hann endurtók bara, at talan skuldi bara vera um ein lítlan eld, sum skuldi tæna tí endamálið at forskrekkja mannin, sum búði í húsunum.
Men so vildi ákærin eisini hava at vita, hví hann hevði eitt 20 metra langt reip við sær, umframt eina øks, tá ið einasta endamálið var at forskrekkja mannin.
Maðurin segði, at tað var eina og aleina fyri at síggja so øgiligur út, at ongin skuldi tora at binda ann við hann, skuldi hann møtt nøkrum.
Fingu bast honum
Men tað kom ongantíð hartil, at eldur varð settur á nakað og hvørki øks ella bensin vórðu tikin í brúk hesa náttina.
Tað endaði við, at tann ákærdi breyt seg inn ígjøgnum eitt vindeyga, men maðurin, sum lá innanfyri, varnaðist, at okkurt var áfatt og fekk rent hann út um aftur í fyrstu syftu, ímeðan hann fekk rópt eftir hjálp frá øðrum manni, sum eisini var í húsinum.
Ímeðan tveitti ákæri bensindunk og øks innum áðrenn hann sjálvur kleiv inn ígjøgnum vindeygað.
Tað endaði við, at teir báðir menninir, sum vóru í húsunum, í felag fingu bilbukt við innbrotsmanninum og hildu honum í eini sofu.
Seinni kom so ein triði maður til.
Tá ið løgreglan kom á staðið, legði hon eisini hald á øksina og bensindunkin, har bara 1-2 sentilitrar av bensini vóru í.
Ein blóðroynd staðfesti eisini, at maðurin hevði rættiliga góða kenning, tí hann hevði omanfyri tvey promillu í blóðinum.
Ongi spor fóru at finna eftir øðrum rúsevnum.
Annars maðurin, sum var í húsinum, sigur, at tann ákærdi fonglaðist við proppin og hevði fingið hann av og at ramur bensinroykur breiddi seg í rúminum.
Okkurt annað vitni mintust ikki reiðiliga. Men allir partar eru samdir um at maðurin reiðiliga skjótt tveitti øksini frá sær.
Rópti um dráp
Tá ið løgreglan kom, sat maðurin í eini sofu, bensindunkurin stóð á einum borðið, øksin lá á gólvinum, men reipið hevði hann enn um kroppin.
Ein av monnunum, sum var í húsinum segði, at teir høvdu verið noyddir at halda honum í fyrstuni, men tá ið løgreglan kom, sat hann friðarligur, men hann rópti um at drepa mannin.
Í eini frágreiðing, hava løgreglumenninir, sum handtóku hann, greitt frá, at hann hevði sagt, at maðurin skuldi drepast og at hann fegin tók sjey, átta ár í geglinum fyri at seta eld á hann og knalla øksina í høvdið á honum.
Ì rættinum kom eisini fram, at ein vinmaður hevði sent honum sms, har skrivað varð um dráp.
Hin ákærdi segði, at alt hetta var alt samalt tað bera fullamannatos og at tað var vanligur talimáti at siga, at man skal drepa onkran, uttan at álvari býr undir. Hann var eisini hart kroystur, tí hann varð hildin og hevði ilt og tí hevði hann tikið grovliga til.
Verjin helt eisini, at tað var stak óprofessionelt at blaka vápnini inn fyrst. Hann helt eisini, at var veruliga ætlanin at drepa og seta eld á, hevði hann valla siti stillur í eini sofu.










