Pólski málverjin Jerzy Dudek, sum bjargaði avgerandi brotssparkinum í Champions League finaluni í 2005, var so óður við venjaran Rafel Benitez, at hann ætlaði at sláa hann.
Tað sigur nú 43 ára gamli Jerzy Dudek í bók, sum hann hevur latið úr hondum. Hóast málverjin var hetjan í Istanbul í finaluni, so kendi hann seg als ikki virdan av venjaranum Rafael Benitez, tá hann kappingarárið eftir ætlaði sær úr Liverpool, eftir at Pepe Reina hevði yvirtikið plássið hjá honum.
- Eg umhugsaði veruliga at sláa Rafael Benitez, tí so hevði eg helst sloppi til Týsklands at spæla fótbólt. Eg var hetjan í Istanbul, og nú ætlaði hann at eg bara skuldi verða klárur, tá hann hevði brúk fyri tí, skrivar Jerzy Dudek millum annað í bólkini, tá Cologne vildi hava málverjan.
Rafael Benitez er í dag venjari hjá Newcastle, sum í morgin skal spæla móti júst Liverpool í Premier League.