Sakarmálið móti sonevnda Amagermanden, sum í hesum døgum er fyri í rættinum í Keypmannahavn, hevur tikið eina óhugnaliga og óvanliga vend.
Marcel Lychau Hansen (myndin) er longu dømdur fyri tvey morð og fleiri harðligar neyðtøkur, og nú er ein ákæra løgd oman á. Hann er skuldsettur fyri at smugla sáð og annað dna av sær sjálvum út úr fongslinum. Hetta hóast hann er undir eftirliti við bæði vitjanum og brævasamskifti.
Løgreglan hevur skuldsett Amagermanden fyri at royna at fáa ein hjálparmann at fremja eitt álop á eina tilvildarliga kvinnu fyri síðani at planta dna, sáð og onnur biologisk prógv á gerningsstaðnum.
Hugsanin aftan fyri hetta er, at tá eitt slíkt álop fer fram meðan Marcel Hansen var innilæstur í fongslinum, kundi hann føra fram, at onkur annar hevði júst sama dna sum Marcel Hansen.
Men hendan royndin er avdúkað, og skuldsettur í málinum saman við Marcel er nú sonur hansara.
- Eg veit við 100% vissu, at eg ikki havi framt hesi brotsverk. Ein annar persónur úti har hevur sama dna sum eg. Tann, sum hevur gjørt hetta, er psykopat og hatar kvinnur, segði 46 ára gamli fráskildi pápin í rættinum fyri fimm døgum síðani.
Sum nevnt er tann samskuldsetti einum sonur til Amagermanden, skriva danskar heimasíður.