Ætla í gongd við eldrasambýlið í Svínoy

Málið um at byggja eldrasambýlið Gamligarður í Svínoy spøkir nú aftur.

Svínoyar kommuna fekk í sínari tíð tilsøgn um stuðuslán til at byggja eldrasambýli til átta fólk, men henda tilsøgn var treytað av, at kommunan skuldi samstarva við aðrar kommunur um ætlanina.

Úrslitið av tí var, at Svínoyar kommuna legði saman við Klaksvíkar kommunu, sum bant seg til at fullføra ætlanina.

Málið kemur fyri á býráðsfundinum í Klaksvík í kvøld. Ein meirluti í sosialu nevnd mælir til at fara í gongd við at byggja beinanvegin, men minnilutin mælir til at bíða eftir skrivligari tilsøgn um, at landið letur stuðul til byggingina og rindar raksturin.

Meirlutin í fíggjarnevndini tekur undir við at bíða eftir tilsøgnini frá Almannamálaráðnum.

Eisini verður bíðað eftir svari frá Almannamálaráðnum um tørvin á sambýli í Svínoy.

Gunvá við keldu, býráðsforkvinna var í sínari tíð ímóti at byggja eldrasambýli í Svínoy, men hon vil ikki leypa frá sáttmálanum, sum gjørdur varð við svínoyingar.

Bara 36 fólk eru skrásett at búgva í Svínoy. Eingin kanning er gjørd av, um eldri svínoyingar hava hug at fara á eldrasambýli í Svínoy, ella tey heldur vilja fara til Kalskvíkar ella aðrastaðni. Heldur ikki er greitt, um aðrir norðoyingar vilja fara til Svínoyar á eldrasambýli.

Ógreitt er somuleiðis, um heilsustarvsfólk eru sinnað at fara til Svínoyar at arbeiða á ætlaða eldrasambýlinum.