Útbygging
- Jú, tað er rætt, at ein bygginevnd við mær sum formanni arbeiðir við ætlanunum um, hvussu leguhúsið í Nesvík kann útbyggjast. Men enn er einki lagt fyri høvuðsstýrið til støðutakan ? og tað fer at taka sína tíð, áðrenn vit eru komin so langt við hesum arbeiði.
Jeffri Johannesen sigur, at tá ið leguhúsið í Nesvík varð bygt og tikið í nýtslu fyrst í nítíárunum, var hetta fyrsta byggistig av trimum, sum ætlanin er at fremja.
Trongligt
- Tað er alt ov trongligt í húsinum, tá ið legur eru, og tørvur er serliga á høllini, sum ætlanin er at byggja suður úr verandi bygningi.
Hann sigur, at bygginevndin enn ikki hevur tikið støðu til, um byggjast skal ein ítróttarhøll í fullari stødd ? ella um talan verður um eina minni høll.
Jeffri sigur seg ikki duga at siga, nær bygginevndin verður liðugt við sítt arbeiði, tí hetta er eitt arbeiði, sum má grundast bæði væl og virðiliga, sum hann tekur til.
- Tað kostar pening at útbyggja leguhúsið, og hesir skulu útvegast, um ætlanin skal fremjast í verki, sigur hann.
Long "prosess"
Formaðurin í bygginevndini sigur, at málið í fyrsta lagi snýr seg um, at nevndin er farin at hyggja at, hvørjir møguleikarnir eru at útbyggja karmarnar um leguhúsið í Nesvík.
- Talan er um stórarbeiði, og tí verður arbeiðið hjá bygginevndini eisini ein longri "prosess", har mong atlit skulu takast. Tá ið vit eru komin undir land við okkara tilmæli, verður tað lagt fyri høvuðsstýrið til støðutakan, sigur Jeffri Johannesen, sum eisini er stjóri á Sjómansheiminum í Havn.









