Ætla at smyrja sandoyingar av í ár

Starvsfólk í Nærverkinum í Sandoy og í Suðuroy eru farin undir eina sermerkta kapping

Tey hava bjóðað hvørjum øðrum av ganga kapp.

Hetta var eitt eitt tiltak, sum tey fóru undir í fjør og sum verður endurtikið í ár.

- Í fjør bukaðu sandoyingar okkum av, men í ár ætla vit at smyrja tey av afturfyri, sigur Rudi Nielsen Bruhn, á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Í hesum sambandi hava starvsfólk í nærverkinum í Sandoy og á Tvøroyri fingið hvør sín fetteljara og alla hesa vikuna verður gingið við sjeymílaferðum, bæði í arbeiðstíðini og í frítíðini.

Tey kappast hesa vikuna og fríggjadagin verður støðan gjørd upp.

Rudi Nielsen Bruhn sigur, at í fjør vóru tey 32 starvsfólk í Nærverkinum í Suðuroy, sum vóru við í kappingini og tey gingu tilsamans 2.757.517 fet.

Hetta gav teimum 12.310 fet í miðal um dagin fyri hvørt starvsfólk.

Sjálv gekk Rudi 25.000 fet onkran dagin.

Men hetta var verri enn so nóg mikið til at basa sandoyingum, tí tey gingu eini 22.000 fet í part í miðal um dagin.

Men í ár skal tað vera, at vit smyrja sandoyingar av, leggur hon afturat.

- Tí ganga tey alt, tey orka og eftir arbeiðstíð eru tey langar gongutúrar runt í Suðuroy.

Tá ið kappingin var í fjør, var avtalan, at taparin skuldi bjóða vinnaranum til eina hugnaløtu og í hesum sambandi vóru starvsfólkini í Nærverkinum í Sandoy á Tvøroyri í fjør, har tey vóru útferð í Hvannhaga, tey vóru rundferð á Suðuroyar Sjúkrahúsi og so høvdu tey eitt hugnakvøld í Naddoddaneystinum.

Í ár er avtalan, at tey skulu hava eina hugnaløtu í Sandoy, sama hvør vinnur og tapir.