Ætla at skriva álit í næstu viku

Fíggjarnevndin er komin væl áleiðis í viðgerðini av Fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000. Sambært formanninum er ætlanin at skriva álit í næstu viku

? Vit eru liðug at viðgera allar greinar í fíggarlógaruppskotinum, og eisini hava vit fingið viðmerkingar frá landsstýrisfólkunum og ummæli frá øllum løgtingsnevndunum. Tískil ræður nú um at taka samanum, og gongst sum ætlað, fara vit helst at skriva álit í næstu viku.

Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevnd løgtingsins, sigur, at fíggjarnevndin seinastu tíðina hevur arbeitt við fullari megi við at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000. Nevndin hevur havt tveir fundir hvønn dag, tá løgtingsfundir ikki eru komnir ímillum, og hevur arbeiðið gingið væl.


Avgreiða eykajáttanarmálið

Fíggarnevndarformaðurin segði í gjár, at málið um eykajáttan fyri november hevur órógvað arbeiði við fíggjarlógaruppskotinum eitt sindur seinastu tíðina, men ætlanin var at fáa eykajáttanarmálið avgreitt á fundinum hjá fíggarnevndini seinnapartin í gjár.

Men av tí, at onkrir tekniskir trupulleikar eru í uppskotinum, sum skulu kannast nærri, var Bjarni Djurholm ikki vísur í, at tað fór at eydnast nevndini at fáa avgreiða málið í gjár. Og um so varð, mátti bíðast til mikudagin, tí løgtingsfundurin í dag ger, at fíggjarnevndin ikki fær hildið fund aftur fyrr enn í morgin.


Gjøgnumgangast umaftur

Hóast ætlanin er at fara undir at skriva álit í næstu viku, hevur fíggjarnevndin enn eitt stórt arbeiði eftir at gera, áðrenn farast kann undir at skriva álitið. Tað mesta av øllum tilfarinum skal gjøgnumgangast leysliga umaftur somuleiðis, sum nevndarlimirnir skulu tryggja sær, at teir hava alt tað skrivliga tilfarið, ið er gjørt undir viðgerðini av málinum. Tískil sær Bjarni Djurholm fram til nakrar strævnar dagar áðrenn álitið er komið undir land.

Broytingar gerast

Bjarni Djurholm vil ikki siga, um fíggjarnevndin fær at mæla til nógvar broytingar í fíggjarlógaruppskotinum, men hann ásannnar tó, at nevndin í ávísum førum fer at mæla til broytingar. Men í hvørjar greinir talan verður um, vil hann ikki siga.