Tey, sum ferðast millum Vestmannaoyggjarnar og íslendska meginlandið, skulu kunna keypa sterkt umborð á ferjuni. Tað halda í hvussu er tey, sum reka ferjuna Herjólf, og í síðstu viku samtykti býráðið í Vestmannaoyggjunum at viðmæla umsóknini, skrivar Morgunblaðið.
Aðrir myndugleikar skulu eisini taka støðu til umsóknina.