Í dag hava allir skúlarnir í studenta- og HF skúlanum í Hoydølum, frí. Men tey liggja ikki undir dýnini fyri tað, tí hesin dagurin er nevniliga settur av til at savna pening inn til menningarhjálp til Bolivia.
Í hesum sambandi arbeiða allir næmingarnir í Hoydølum nakrar tímar í dag og afturfyri fáa teir 300 krónur, sum verða lagdir í ein felags kassa.
Arbeitt verður í handlum og í fyritøkum, men næmingar vaska eisini bilar fyri privatfólk.
Allur peningur, sum kemur inn, verður brúktur til ein skúla í Bolivia.
Sanna Djurhuus úr skúlanum í Hoydølum fortaldi í Rás2 í morgun, at talan er um ein handverksskúla, sum føroyingar sjálvur lótu byggja fyrst í nítiárunum.
Men síðani er skúlin fallin í órøkt og tí vórðu stig aftur tikin til at savna pening inn til skúlan.
Seinast tey savnaðu pening saman til skúlan fingu tey 130.000 krónur í kassan.
Og í ár er ætlanin at úrslitið skal verða enn betri, sigur Sanna Djurhuus.