Fyrr í hesum mánaðinum segði amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, at amerikansku herdeildirnar ætla at nýta "ikki drepandi" biokemisk vápn í tí ætlaða álopinum á Irak. Verjumálaráðharrin kom við hesari upplýsingini undir einari hoyring í Senatinum.
Rumsfeld segði, at ætlanin er at nýta hesi vápnini ímóti irakskum sivilfólki, ella um tað verður neyðugt at taka fangar. Hann upplýsti, at á hernaðarmáli verða hesi vápnini umrødd sum "doyvandi" vápn.
Tveir av teimum fremstu vápnaserfrøðingunum í Bretlandi, professararnir Alistair Hay og Julian Perry-Robinson, siga við blaðið The Independent, at vápn av hesum slagnum eru ólóglig sambært sáttmálanum frá 1992 um kemisk vápn og Geneve-sáttmálanum frá 1928, sum bannar londum at nýta kemisk evni ímóti fólki í krígstíð.
- Tað hevði verið heilt burturvið, gera amerikanarar av at nýta slík vápn. Kríggið ímóti Irak hevur júst til endamáls at forða fyri, at slík vápn verða nýtt, sigur Alistair Hay við The Independent.
Teir báðir bretsku professararnir, sum báðir eru ráðgevar hjá heimsheilsustovninum WHO, ávara ímóti teimum avleiðingum, sum hesi vápnini kunnu hava. Teir vísa millum annað á, hvat hendi, tá teir servandu russisku hermenninir lupu á leikhúsið í Moskva, har kekenar høvdu tikið fleiri hundrað gíslar. Russisku hermenninir nýttu doyvandi kemiskt evni við tí úrsliti, at 127 fólk doyðu av eitran.
Sambært Hay og Perry-Robinson hava bretsku myndugleikarnir ávarað USA ímóti at nýta slík "doyvandi" vápn í tí ætlaða krígnum við Irak, tí tað hevði verið í stríð við almennan bretskan politikk at nýtt vápnini, siga teir.