Ætla at leggja fram semingsuppskot í morgin

Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, semingsmenn, miða eftir at leggja fram semingsuppskot fyri Reiðarafelagið og manningarfeløgini í morgin.

Tað upplýsir Kringvarp Føroya.

Semingsmenninir hava verið á fundi við manningarfeløgini í dag. Í kvøld hitta teir umboðini fyri Reiðarafelagið.

Sambært Kringvarpinum, vilja semingsmenninir ikki siga, um partarnir hava flutt seg.

Verkbannið, sum Reiðarafelagið lýsti, hevur vart í 10 dagar.