Ætla at hava eitt minnisríkt 200 ára hald

Tað verða fleiri tiltøk í Syðradali í Kalsoynni, nú bygdin fyllir 200

Í ár eru tað 200 ár síðani Syðradalur var bygd. Og tað verður hátíðarhildið leygardagin 9. juli, og sunnudagin 10. juli, skrivar Útoyggjafelagið.  

 

Tey siga, at hátíðarhaldið er alment, og at øll eru hjartaliga vælkomin at gera dagin minniríkan.

Tey ætla at hava nógv tiltøk á skrátti og longu klokkan 8.30 verður morgunmatur í skúlanum.

Annars verður skipað fyri alskyns tiltøkum allan dagin, bæði gonguferðir við staðkendum ferðaleiðara, listaframsýningar, har Magna Auðunsson,
 Berit Vilhelmsen og Kala Lómaklett, sýna fram, og tað verðjur eisini framsýning av ymsum hondarbeiði, gomlum myndum.

 

Tað verður eisini okkurt til børnini, har Jonna Fritsdóttir Mortensen, sum er kend úr barnaúrtvarpinum, fer at skipa fyri ymsum.

 

Annars verður sjálvt hátíðarhaldið sett klokkan 15, har Magni Garðalíð, borgarstjóri, Bjørn Kalsø, løgtingsmaðr, sum eisini er úr Syðradali, og onnur, halda røðu, og har 17 sangarar fara at syngja.

 

Tey fara eisini at danska føroyska dans á parkeringsplássinum og um kvøldið verður kvøldseta við sangi, hugleiðingum og røðum.

 

Ein serlig ferð verður gjørd á Blankaskála, sum varð avtofta tíðliga í átjanhundraðtalinum eftir at ein stórur skalvur var lopin oman yvir bygdina.

 

Á Blankaskála fara tey eisini at avdúka eina minnisplátu við toftirnar í bygdini.