Tað var tann tíð í seinnu hálvu av nítiárunum og eini 6-7 ár fram, at møguleiki var hjá ferðafólki einar tveir ella tríggjar dagar um summarið at sleppa út í Stakkin. Tað vóru staksnevndin og bygdahúsið í Tjørnuvík, sum skipaðu fyri. Men, nú í nøkur ár hevur hetta ikki verið ein partur av møguleikunum hjá ferðafólki.
Jógvan Magnussen, sum hevur verið formaður í trímannaðu staksnevndini í nøkur ár, sigur, at tá farið varð í Stakkin við ferðafólki, var talan gjarna um stór ferðaløg. Tað skulu fleiri fólk til fyri at flyta eitt stórt ferðalag út og inn aftur úr Stakkinum, og tá hetta var sjálvboðið arbeiði, kundi tað viðhvørt standa á at fáa fólk.
Hann vísir á, at sum árini gingu, og alt fleiri tilboð til ferðafólk stungu seg upp, minkaði eisini áhugin fyri Stakkinum. Tað vóru mest føroyingar, sum vit brúktu hetta høvi. Men, nú hava so nøkur fólk í Tjørnuvík tikið seg saman og hava gjørt avtalu við staksnevndina um aftur at brúka Stakkin til ferðavinnuendamál.
- Enn er ikki alt komið endaliga upp á pláss, men vit hava givið loyvi til, at fólkini aftan fyri hesa ferðavinnuætlan kunnu arbeiða víðari við málinum - og at tey eftir nærri avtalu kunnu brúka Stakkin til útferðir komandi summar.
Jógvan Magnussen sigur, at tey, sum standa aftan fyri hesa ætlan, hugsa um vikuligar túrar við smærri ferðaløgum. Hann vísir á, at í fjør summar varð nýggjur rennistrongur gjørdur út í Stakkin, og tað var Articon, sum tók sær av hesum arbeiði.
- Hetta er fyrstu ferð, vit hava ein rennistrong við fýra veirum, tveimum veirum á hvørjari síðu. Festir og annað eru nógv ógvusligari nú, enn tey áður hava verið, og tryggleikin er í hásæti. Vit, sum hava brúkt rennistreingin í fleiri ár, hava ongantíð sett spurnartekin við tryggleikan.
Staksformaðurin sigur, at nú er so alt gjørt av nýggjum. Vognurin, sum er gjørdur hjá Nomatek og sum er úr rustfríum stáli, er hin sami, men hann er umbygdur. Vognurin hongur nú á fýra veirum í staðin fyri teimum.
- Fyrsti almenni túrur út í Stakkin, síðan nýggi rennistrongurin kom, var á staksdegnum í fjør heyst, sigur Jógvan Magnussen.
Hann leggur aftrat, at rennistrongurin út í Stakkin er umleið 70 metrar langur, og Stakkurin er 133 metrar høgur. Tá vognurin fer út í Stakkin er undanbrekka, og tá verður hildið eftir. Tað er, tá fólk koma inn aftur úr Stakkinum, at vognurin verður drigin.