Tórshavnar Kommuna arbeiðir nú við eini ætlan um at gera sitt stórt vinnuøki inni á Sundi.
Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum.
Hann sigur, at býráðið er í løtuni í samráðingum um ein part av grótinum, sum fer at verða sprongt úr Eysturoyartunlinum.
Tilsamans er talan um eini 900.000 kubikk, sum er umleið helvtin av øllum grótinum, sum fer at verða sprongt úr tunlinum. Í sambandi við tunnilin, skal borast bæði av Streymoyarlandinum og úr Eysturoy, og tað grótið, sum kemur úr holinum Streymoyarmegin, skal helst goymast hesu megin.
Sjúrður Olsen sigur, at enn er ongin endalig avgerð tikin, og enn er avgerð heldur ikki tikin um, hvat grótið skað brúkas til. Men, eitt, sum hevur verið nevnt, er at gera eitt vinnuøkið inni á Sundi í sambandi við havnarlagið, sum longu er har.
Men í hesum sambandi skulu friðingarmyndugleikarnir eisini geva loyvi til at gera vinnuøkið, og tann spurningurin er heldur ikki avgreiddur enn.
Sjúrður Olsen sigur, at ein møguleiki, ið eisini hevur verið nevndur, er, at føra grótið oman á havnarlagið, og at brúka tað til at fylla út við í sambandi við havnarútbyggingina. Men tann ætlanin er slept, tí tey meta, at tað fer at føra til ov nógva tunga ferðslu ígjøgnum býin.
Men um Tórshavnar Kommuna yvirhøvur tekur ímóti grótinum, veldst eisini um, hvør skal rinda fyri koyringina, og hvussu nógv, Kommunan yvirhøvur skal rinda.
- Talan kann skjótt verða um einar 10-15 milliónir krónur í koyring og eitt, vit samráðast um í løtuni, er, hvussu stóran part, vit skulu rinda, sigur formaðurin í Vinnunevndini.